- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi forsetin í Pakistan dømdur til deyða
Musharaff varð dømdur til deyða in absentia. Tað er, at hann var ikki staddur í rættinum, tá dómurin varð sagdur. Musharaff er í løtuni í útlegd í Dubai fyri at sleppa undan revsing.
Fyrrverandi generalurin tók valdið í Pakistan í 1999, tá hann koyrdi stjórnina hjá táverandi forsætisráðharranum, Nawaz Sharif, frá. Musharaff var foreti frá 2001 til 2008.
Málið um hásvikagerð snýr seg um, hvssu fyrrverandi forsetin handfór støðuna í landinum, tá hann setti undtaksstøðu í gildi í fleiri vikur.
Rættarmálið byrjaði í 2014
Grundlógin varð sett til viks, og tjóðartingið varð koyrt til hús. Tá dómararnir søgdu, at undantaksstøðan varð ógildug, koyrdi Musharaff teir frá.
Rættarmálið móti Musharaff byrjaði í 2014, men tað er útsett fleiri ferðir, tí forsetin var sjúkur. Hann er fyrsti forseti í Pakistan, sum verður dømdur fyri at hava sett seg sjálvan oman fyri lógina.
Bæði í 2013 og í fjør royndi Musharaff at stilla upp til forsetavalið í Pakistan, men ein dómstólur í Pakistan vildi ikki loyva honum at stilla upp.