Fleiri smærri skjálvtar í Íslandi

Fleiri smærri skjálvtar í Íslandi
Meira enn 1.000 jarðskjálvtar og eftirskjálvtar eru skrásettir í eini røð av seismiskum virksemi á Reykjanesi
 
17.12.2019 - 15:53

Jarðskjálvtarnir byrjaðu sunnumorgunin. Níggju jarðskjálvtar eru mátaðir til millum 3,0 og 3,7 í styrki, men sambært jarðfrøðistovninum eru eingi tekin um eldgos.

Røðin av jarðskjálvtum byrjaði um 7-tíðina sunnumorgunin, tá vóru jarðskjálvtar upp í 3,5 í styrki. Skjálvtarnir hæsaðu av, men byrjaðu aftur sunnukvøldið.

Tá vóru harðastu skjálvtarnir upp í 3,6 og 3,7 í styrki. Eisini í gjár hava ristingar verið, serliga hava fólk í høvuðsstaðarøkinum og á Akranesi merkt skjálvtarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463