Ókeypis sálarhjálp til børn

Ókeypis sálarhjálp til børn
Líkt er til, at børn og ung fáa ókeypis, sálarliga hjálp næsta ár
Trivnaðarnevndin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið um, at børn og ung skulu fáa ókeypis, sálarliga hjálp. Onnur viðgerð verður í tinginum í dag
 
11.12.2019 - 12:02

Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum, ið er samd, mælir til, at samtykkja uppskotið hjá andstøðuni, at veita ókeypis sálarhjálp til børn og ung.

Onnur viðgerð av uppskotinum verður í Løgtinginum í dag. Mett verður, at tað eru serliga ung við sálarligum trupulleikum, ið eru forsømd í heilsuverkinum.

Alsamt fleiri ávísingar

Ávísingarnar til Barna- og ungdómspsykiatriina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi. Hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung fáa antidepressiva viðgerð.

Tí mælir ein samd trivnaðarnevnd til, at børn og ung skulu fáa ókeypis sálarhjálp. Talan er um eina royndarverkætlan yvir trý ár.

Í uppskotinum verður mælt til at seta tríggjar milliónir krónur av um árið til verkætlanina, men í fíggjarlógini til komandi ár eru 1,8 milliónir krónur settar av til ókeypis sálarhjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948