- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærupunktini í ríkisrættarmálinum móti Trump klár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donaldtrump-ap.jpg?itok=Uxt9Bsuw)
– Her er talan um valdsmisnýtslu og at forða kongressini at arbeiða.
Tað sigur Jerry Nadler, formaður í rættarnevndini í amerikanska umboðsmannatinginum, sum seinnapartin legði fram ákærupunktini, ið skulu verða grundarlagið undir ríkisrættarmálinum, sum demokratarnir ætla at reisa móti Donald Trump, forseta.
– Hann hevur hótt integritetin av valinum, og hann hevur roynt at krógva prógvini fyri kongressini, sigur Nadler. Hann sigur eisini, at Trump er ein vandi fyri USA og landsins trygd.
Leggja høvuðsdent á tvey punkt
Forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, tók uppaftur, at kongressin hevur skyldu at fylgja við, hvat forsetin ger.
Formaðurin í rættarnevndini, Jerry Nadler, og Adam Schiff, sum er formaður í fregnartænastunevndini, leggja høvuðsdentin á tvey punkt, sum teir halda stríða ímóti grundlógini, og tí eru nóg grund til, at forsetin eigur at verða koyrdur frá.
Forsetin hevur við gerðum sínum sett trygdina í vanda í royndini at fáa egnan fyrimun, og samstundis hevur hann roynt at forða kongressini at kanna, hvat hevur hent.
Hava sýtt fyri at verða avhoyrdir
Trump og løgfrøðiligu ráðgevar hansara hava higartil sýtt fyri at verða avhoyrdir, tí eftir teirra tykki er tilgongdin órímilig. Trump hevur skrivað á Twitter, at tilgongdin er politiskur ørskapur.
– At fara undir eitt ríkisrættarmál móti einum forseta, sum kann vísa á úrslit og kanska sterkasta búskap í landsins søgu, er politiskur ørskapur, sigur hann.
Ein meiriluti í rættarnevndini skal samtykkja ákæruritið, sum síðani verður sent umboðsmannatinginum, har demokratarnir hava meirilutan. Tí verður roknað við, at tað verður samtykt, kanska longu í næstu viku.
Málið byrjaði í summar
Orsøkin til, at farið er undir tilgongdina móti einum ríkisrættarmáli móti forsetanum, er, at Donald Trump í summar ringdi til ukrainska forsetan, og bað hann kanna fyrrverandi amerikanska forsetan, Joe Biden, og son hansara, Hunter Biden, fyri mutur.
Kjarnin í málinum er, at Trump legði trýst á ukrainska forsetan. Ein varskógvari boðaði amerikansku fregnartænastuni frá hendingini. Spyrst ríkisrættarmál burturúr, skal tað viðgerast í senatinum, har republikanararnir hava meirilutan.
Í minsta lagi tveir triðingar av senatorunum skulu atkvøða fyri at koyra forsetan frá, tað er í minsta lagi 67 av teimum 100 senatorunum.