- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil styrkja sambandið við Grønland
Vil styrkja sambandið við Grønland
Danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, fer til Grønlands á vitjan í næstu viku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trine_bramsen.jpg?itok=Ta1-nrJ0)
05.12.2019 - 16:37
Verjumálaráðharrin sigur, at endamálið við vitjanini er at styrkja sambandið við Grønland, við tættari og regluligum politiskum samskifti við sjálvstýrismyndugleikarnar um verju- og trygdarpolitisk mál.
Á vitjanini, sum verður í tveir dagar, fer Trine Bramsen millum annað at hitta landsstýriskvinnuna í uttanríkismálum, Ane Lone Bagger.
Hon fer eisini at vitja Arktisk Kommando, sum hevur høvuðssæti í Nuuk, og umborð á sjóverjuskipinum, Ejnar Mikkelsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV