60.000 fólk flutt burtur eftir spreingingar

60.000 fólk flutt burtur eftir spreingingar
Myndugleikarnir í býnum Port Neches, har eysturi í Texas, hava flutt 60.000 fólk burtur eftir at eldur í gjár kom í eina verksmiðju
Umleið 60.000 fólk eru flutt burtur eftir at eldur gjáramorgunin kom í hesa verksmiðjuna í Texas, sum reinsar ráolju, eftir eina spreinging á verksmiðjuni
Mynd: AP  
 
28.11.2019 - 11:44

Tað var gjáramorgunin klokkan sjey okkara tíð, at eldur kyknaði í verksmiðjuni, sum reinsar ráolju, eftir eina spreinging, sum var.

Trý fólk komu til skaða undir fyrstu spreingingini. Síðani tá hevur eisini ein størri spreinging verið ímeðan sløkkiliðsfólk royndu at basa eldinum á verksmiðjuni.

Trygdarfrástøðan seks kilometrar

Myndugleikarnir fluttu í fyrsta umfari fólk, sum búgva nærri enn 800 metrar frá verksmiðjuni, burtur. Trygdarfrástøðan er síðani víðkað til seks kilometrar.

Fýra spreingingar hava verið á evnafrøðiverksmiðjuni, sum er nærhendis býnum Port Neches, tætt við markið til Louisiana.

Um trygdarfrástøðan verður víðkað, fer hon eisini at fevna um stórbýin Beaumont, har fleiri enn 100.000 fólk búgva. Hetta er fjórðu ferð í ár, at eldur er í einari verksmiðju í Texas, sum reinsar ráolju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463