Dóm fyri at lúgva seg sjúka

Dóm fyri at lúgva seg sjúka
Ein kvinna í Danmak er dømd treytaða fongulsrevsing tí hon helt feriu tá hon segði seg vera sjúka
 
24.11.2019 - 09:51

Tú kanst verða dømdur í rættinum, um tú lýgur teg sjúkan fyri arbeiðsgevaranum. Tað noyðist ein 58 ára gomul kvinna úr Roskilde í Danmark at sanna. 

Kvinnan er dømd 30 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at lúgva seg sjúka fyri arbeiðsgevaranum, so hon kundi halda feriu saman við familjuni. Hetta skrivar DR á heimasíðuni.

Kvinnan hevði í nógv ár hildið frí saman við familjuni fyrstu vikuna í juli. Men fyri tveimum árum síðani fekk hon ikki frí júst ta vikuna. 

Lygnin varð uppdagað

Tá tað ikki eydnaðist kvinnuni at broyta sína feriuviku, gjørdi hon ikki mætari enn at billa arbeiðsgevaranum inn, at hon skuldi undir skurð og mátti sjúkraskrivast í eina viku. 

Harvið kundi kvinnan halda frí saman við familjuni. Men lygnin bleiv uppdagað, og tað hevur nú fingið avleiðingar fyri kvinnuna, sum er dømd fyri skjalafalsan og svik.

Kvinnan viðgekk ákærurnar í rættinum og tók við dóminum. Hon segði, at hon kendi seg meira skuldbundnan mótvegis familjuni enn mótvegis arbeiðsgevaranum. Tí gjørdi hon, sum hon gjørdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463