- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir skuldsettir í máli um skógareldar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/australia-skogareldar-13112019-ap.jpg?itok=W_qq9ytk)
Løgreglan í landspartinum Qeensland hevur tikið ein 16 ára gamlan drong, skrivar avstralska tíðindstovan, AAP.
Alment er hann ikki skuldsettur fyri at hava sett eld á, men drongurin verður sendur víðari í rættarskipanini, tí hann er undir lógaraldur.
Minst 14 hús løgd í oyði
Eldurin, sum drongurin er undir illgruna fyri at hava sett á, hevur lagt í minsta lagi 14 hús í oyði umframt bilar og úthús.
Løgreglan í landspartinum New South Wales hevur tikið ein 20 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava sett eld á sunnan fyri Sydney.
Skógareldarnir hava lagt meira enn ein millión hektarar av lendi í oyði á avstralu eysturstrondini. Skógareldarnir hava higartil kravt fýra mannalív.