- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vatnflóð í Venesia
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/markus.png?itok=5I3OapDH)
Hetta er ringasta vatnflóð í 50 ár.
Glopraregn hevur verið á leiðini, og fyrrakvøldið var flóðin 187 sentimetrar omanfyri vanligu hæddina, og bygningar og torg stand undir í vatni. Borgarstjórin sigur, sambært Reuters, at umvælingararbeiðið fer helst at kosta fleiri hundrað miljónir evrur.
Erkabiskuppurin, Francesco Moraglia, sigur, at víðagitna Markus-kirkjan hevur fingið óbótaligan skaðan.
Sambært tølum frá Markus-kirkjuni er hetta sættu ferð í 1.200 ár, at kirkjan stendur undir í vatni. Fýra av vatnflóðunum hava verið innanfyri seinastu 20 árini, sigur Pierpaolo Campostrini, sum er limur í kirkjuráðnum, við
BBC.
Myndugleikarnir hava síðani 2003 arbeitt við stórari verkætlan at gera verjugarð, har 78 stórir stálkassar í havinum skulu verja økið móti stormflóð. Verkætlanin skuldi, eftir ætlan verða liðug í 2011, men er seinkað fleiri ferðir.