- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri ferðafólk í Grønlandi
Færri ferðafólk í Grønlandi
Færri ferðafólk koma nú til Grønlands eftir støðugan vøkstur síðani 2014
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nuuk-gronland.jpg?itok=cQcuWMx6)
01.11.2019 - 08:10
Visit Greenland vísir á, at stívliga trý prosent færri útlendsk ferðafólk eru komin til Grønlands í ár. Annars er ferðafólkatalið vaksið seinastu fimm árini, millum trý og tíggju prosent um árið.
Visit Greenland heldur, at ein frágreiðing kann vera tann, at øll gisting í Ilulissat, sum er nógv best umtókta ferðamál í Grønlandi, er útseld langt fram í tíðina.
Hetta kann fáa ferðafólk at setast aftur. Visit Greenland fer nú at kunna útlendingar um onnur ferðamál í Grønlandi enn Ilulissat. Eisini verður miðað eftir at fáa ferðafólk at koma alt árið, og ikki bara um summarið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV