Eingin lønarhækking kortini

Eingin lønarhækking kortini
Ráðharrarnir í donsku stjórnini fáa onga lønarhækking 1. januar
Tað hevur vakt ans á Christiansborg, at lønin hjá ráðharrunum skal hækka á nýggjárinum
 
01.11.2019 - 08:29

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2020 verður mælt til, at ráðharrarnir skulu fáa lønarhækking, men tað fer skattamálaráðharrin, Morten Bødskov, at forða fyri, upplýsir Skattamálaráðið.

Tá Lars Løkke Rasmussen var forsætisráðharri í 2010, lækkaði lønin til ráðharrarnar fimm prosent, í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni. 

Síðani er skipanin longd fleiri ferðir, men hon skuldi fara úr gildi á nýggjárinum. Tí kundu ráðharrarnir í stjórnini hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, vænta sær eina lønarhækking.

Viðgera lønarviðurskifti yvirhøvur

Tað hevur vakt ans á Christiansborg, og fleiri politikarar, eisini í sosialdemokratiska stjórnarflokkinum, hava sagt seg undrast á, at lønin skal hækka á nýggjárinum.

Morten Bødskov, skattamálaráðharri, sigur, at flokkarnir í fólkatinginum eru farnir at viðgera lønarviðurskiftini hjá politikarum yvirhøvur. 

Tí er tað nátúrligt, at vit í fyrstu syftu tryggja, at lønin til ráðharrarnar ikki hækkar. Vit leggja fyri við at leingja skipanina eitt ár aftrat, so vit fáa betri stundir at finna eina varandi loysn, sigur Morten Bødskov, skattamálaráðharri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371