Eingin RNP-skipan í Nuuk

Eingin RNP-skipan í Nuuk
RNP-innflúgvingarskipanin á flogvøllinum í Vágum kann ikki brúkast í nýggju floghavnini, sum verður bygd í Nuuk í Grønlandi
RNP-innflúgvingarskipanin kann ikki brúkast í nýggju floghavnini, sum verður gjørd í Nuuk
 
30.10.2019 - 16:42

Skipanin kann rætt og slætt ikki brúkast í Nuuk, sigur varaverkætlanarstjórin í Kalaallit Airports, Aviaaja Karlshøj Knudsen, við Sermitsiaq.

Kalaallit Airports stendur fyri byggingini av nýggjum floghavnunum í Grønlandi.

Tað hevur verið umrøtt at seta RNP-skipan upp, tí í Nuuk er eisini mjørki. Men vansin er, at í Nuuk røkkur fylgisveinsambandið ikki nóg væl, og tað er ein treyt, fyri at RNP-signalið kann verða so neyvt sum gjørligt, sigur Aviaaja Karlshøj Knudsen.

Lata væl at skipanini í Vágum

Í staðin verður ein onnur innflúgvingarskipan, sum byggir á vanligu instrumentlendingina, sett upp, sigur Aviaaja Karlshøj Knudsen sambært Sermitsiaq.

Johan Laurberg Lund Kofoed, Network Manager í SAS, letur væl at RNP-skipanini í Vágum. Hann sigur við Sermitsiaq, at í summar vóru 11 dagar, at RNP-skipanin hevur avgerandi týdning fyri, at flogfarið hjá SAS kundi seta seg.

Eitt nú var nógvur mjørki frá 11. til 14. juli, men RNP-skipanin gjørdi, at flogfarið kundi seta seg allar dagarnar, sigur Johan Laurberg Lund Kofoed.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371