- Tíðindi, mentan og ítróttur
40.000 fólk fingið boð um at rýma
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/skogareldar_kalifornia_jimtown_ap.jpg?itok=KPb_uaPx)
Fleiri túsund íbúgvar hava fingið boð um at fara úr økinum. Eldur er í einum 64.000 ferkilometrar stórum øki.
Umleið 500 sløkkiliðsfólk royna at fáa tamarhald á støðuni, og tyrlur og flogfør verða brúkt í arbeiðnum at sløkkja eldin.
Fleiri hús eru longu brend í grund. 40.000 fólk fólk hava fingið boð um at fara frá húsum undan herviliga skógareldinum.
Tilbúgvingin á hægsta stigi
Myndugleikarnir heita á fólk um at akta boðini beinanvegin, um tey fáa boð um at fara úr vandaøkinum.
Tilbúgvingin er á hægsta stigi í Kalifornia eftir nógva turkin og eftir harða Santa Ana-vindin, sum kemur millum fjøllini í Suðurkalifornia.
Vindurin kemur lættliga upp í 18 metrar um sekundið, hann er lýggjur og turrur, og tí er vindurin hættisligur, tá ið skógareldar herja.