Toskafiskiskapurin í Vesturgrønlandi minkar

Toskafiskiskapurin í Vesturgrønlandi minkar
Á grønlendsku havstovuni verður orsøkin hildin at vera, at nógv meir av toski er fiskaður seinastu árini, enn lívfrøðiliga tilmælið
Toskafiskiskapurin í vesturgrønlandi minkar í stórum. Orsøkin er, at meira er fiskað enn tilmælið sigur, verður hildið
 
24.10.2019 - 11:10

Landstingið hevur seinastu fimm árini ásett kvotur sum eru upp til tríggjar ferðir hægri enn tilmælið hevur verið, og tað sæst aftur í fiskiskapinum, sigur Else Løvstrøm, kunningarfólk í náttúrustovninum.

Else Løvstrøm sigur, at seinastu fimm árini hevur toskastovnurn verið í afturgongd, men kortini hava kvoturnar verið stórar.

Hon vísir á, at í fjør varð mælt til at fiska 14.000 tons av toski innanskerðs í Vesturgrønlandi. Landstingið ásetti kvotuna til 36.500 tons, fiskað vórðu góð 22.000 tons.

Sama støðan í 2017

Í 2017 var støðan tann sama, tilmælið var góð 12.000 tons, men Landstingið ásetti kvotuna at vera tríggjhar ferðir hægri, ella góð 36.000 tons. Og góð 31.000 tons vórðu fiskað.

Í Sisimiut komu bara 800 tons av toski upp á land fyrstu níggju mánaðirnar í ár, í mun til 3.500 tons í 2016. Í øllum landium vórðu bara 19.000 tons landað í ár, í mun til 30.000 tons í 2016, sambært grønlendsku hagstovuni.

Jens Immanuelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at arbeiðspláss og búskapurin í GRønlandi, hava størri týdning enn tilmælini frá fiskifrøðingunum.

Í ár mæltu fiskifrøðingar til at fiska 14.500 tons av toski í Vesturgrønlandi, men Landstingið ásetti kvotuna til 30.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371