- Tíðindi, mentan og ítróttur
Streymur úr vatni í Vági

Býráðið í Vági hevur givið prinsipielt byggiloyvi, men ikki endaligt byggiloyvi, til vatnorkuverk á Marknoyri og til at brúka byrgingina í Vágsvøtnum eystan fyri Vág. Nakrar treytir eru við loyvinum.
Loyvið er givið at byggja og grava fyri leiðingum í sambandi við vatnorkuverkið, sum ein maður í Vági ætlar at gera. Men onnur loyvi skulu eisini fáast, áðrenn verkætlanin kann fremjast.
Loyvi skulu eisini fáast frá festara, jarðareigara, SEV, Porkeris kommunu, Orku í Umhvørvisstovuni, sum umsitur elveitingarlógina, og frá friðingarmyndugleikum.
Vágs kommuna brúkar ikki Vágsvøtn longur til drekkivatn. Men kommunan tryggjar sær tó nýtslurættin til vatnið í Vágsvøtnum í framtíðini.