- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv náttarlív men hampiliga friðarligt
Nógv fólk hava verið í býnum bæði í Klaksvík og í Havn.
Í Klaksvík var bæði Royal Run og Norðoyarstevna, meðan í Havn vóru tað serliga fótbóltsfjepparar, ið settu sín dám á býin, nú Champions League finalan varð spæld í gjárkvøldið. Hana vann Liverpool 2-0 móti Tottenham.
Av Politistøðini verður sagt, at løgreglufólk hava verið út og gingið millum fólk, og tað hevur fyribyrgt fleiri illstøðum, sum skjótt kundu endað sum harðskapsmál, í bæði Klaksvík og Havn.
Politiið hevur eisini í fleiri førum verið úti og tosað partarnar til sættis har húsaófriður var bæði í Havn og Klaksvík.
Endaði hjá læknanum
Í Fuglafirði endaði ein persónur hjá læknanum eftir húsaófrið, og viðkomandi skuldi siga løgregluni frá, um hann meldaði málið.
Í einum førum hava grannar hjá einum skeinkistaði í Havn klagað um ov nógvan larm. Tað vísti seg, at bæði vindeygu og hurðar stóðu opin.
Og so er ein útlendingur tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn. Løgreglan hevur enn ikki endaliga staðfest, hvør maðurin er, so hann situr enn í varðhaldi.