- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðarlig nátt hjá løgregluni
Friðarlig nátt hjá løgregluni
Bátastevna er í Vestmanna hetta vikuskiftið, og løgreglan var á staðnum og koyrdi onkran fullan mann til hús
26.05.2019 - 10:30
Ein hýruvongsførari kom upp at táttast við ein, sum ikki vildi rinda fyri túrin. Men tað endaði við, at hýruvongsførarin fekk peningin uttan at løgreglan legði upp í málið.
Løgreglan steðgaði í nátt eisini fleiri bilum á Vestmannavegnum fyri at kanna, um bilførarar koyrdu ávirkaðir, - teir vóru edrúir, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV