- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veljarakanning: Sambandsflokkurin stóri vinnarin
Sambandsflokkurin verður stóri vinnarin á fólkatingsvalinum 5. juni og fær annað umboðið á fólkatingi. Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya og Vágaportalin.
Hitt føroyska umboðið á fólkatingi fær Javnaðarflokkurin, sum harvið varðveitir umboðanina. Harvið missir Tjóðveldi sítt umboð í fólkatinginum.
Sambært veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt, fær Sambandsflokkurin 28,8 prosent av atkvøðunum. Hetta er ein framgongd upp á heili 5,3 prosent í mun til valið í 2015.
543 fólk spurd frá 18. til 21. mai
Javnaðarflokkurin fær 24,3 prosent av atkvøðunum, sum er neyvt tað sama atkvøðuprosentið sum við seinasta val. Tjóðveldi fær 21,6 prosent av atkvøðunum, afturgongdin er 2,9 prosent.
Hin stóri flokkurin, Fólkaflokkurin, megnar - sambært veljarakanningini - ikki rættiliga at bjóða av í stríðnum um fólkatingssessirnar. Fólkaflokkurin fær 18,6 prosent av atkvøðunum sambært kanningini.
Teir báðir smærru flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsvalið, Framsókn og Sjálvstýri, fáa ávikavist 4,1 og 2,6 prosent av atkvøðunum. Hjá báðum flokkunum er talan um eina framgongd upp á 0,9 prosent.
543 fólk hava svarað í Gallup-kanningini, sum varð gjørd leygardagin og fram til týsdagin. Óvissan í veljarakanningini er 3,4 prosent hvønn vegin.