- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiskapurin við Grønland lagdur til rættis
Verður rætturin ikki brúktur í ár, kann Vørn eftir 1. september geva øðrum rættin at fiska. Fiskimálaráðið hevur lýst kunngerðina um fiskiskap við Grønland í ár.
Føroysk skip kunnu fiska 350 tons av toski, 325 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu við við línu ella troli við Eysturgrønland. Í mesta lagi trý skip kunnu vera til fiskiskap í senn. Talan er um felags árskvotu.
Bara línuskip
Føroyar eiga eisini 975 tons av toski og 375 tons av brosmu við Eysturgrønland á ár. Tey tonsini skulu fiskast við línu. Hesi tonsini fáa línuskip, sum hava rætt til fiskiloyvi í ár.
Føroyar hava í fiskiveiðuavtaluni við ES fingið 110 tons av svartkalva við Eysturgrønland. Skip, sum høvdu rætt til at fiska av teirri kvotuni í fjør, sleppa at fiska í ár.
Og so kunnu føroysk skip royndarfiska eftir krabba við Eysturgrønland. Krabbaveiðan kann í mesta lagi vera 500 tons. Føroyar eiga eisini 100 tons av svartkalva við Vesturgrønland.