- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Politiska skipanin noyðist nú at taka støðu

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur fingið at vita frá Landsverki, at H-bygningurin fer at kosta 51 milliónir krónur meira, enn játtað er á verklagslógini. Í vár metti Landsverk, at bygningurin fór at kosta 43 milliónir meira enn mett.
– Politiska skipanin noyðist nú at taka støðu til málið, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, í samrøðu við útvarpið mánakvøldið.
Greinin heldur fram niðanfyri
Útvarpstíðindini klokkan 18:00 20.05.2019
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, sigur, at samskifti er við fíggjarmálaráðið um málið, men hon viðgongur, at tað verður ikki sum at siga tað at játta meiri pening nú, tí løgtingið farið í summarfrí.
Tilmælini, sum landsgrannskoðanin vísti á, ikki eru fylgd í sambandi við byggingina av skúladeplinum í Marknagili, eru heldur ikki fylgd í sambandi við H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Tí er bygningurin dýrkaður uppaftur meira, sigur Sirið Stenberg.