- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis ongin kanning

Hóast ein mánaður er síðani, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í samferðslumálum skuldu kanna embætisførsluna í Samferðslumálaráðnum í samband við Marknagilsdepilin, er einki kanningarúrslit komið.
Samferðslumálaráðið fekk hvassar atfinningar í kanningini hjá Landsgrannskoðanini av byggingini av Marknagilsdeplinum, sum varð almannakunngjørd 12. apríl.
"Landsgrannskoðanin ivast í, um Samferðslumálaráðið hevur útint sína eftirlitsskyldu, tá ið ráðið hevur verið vitandi um teir trupulleikar, ið hava verið við byggingini av Skúladeplinum við Marknagil, og ikki hevur spurt ella kannað, um tað kundi verið brek innanhýsis hjá Landsverki, ið er ein stovnur undir málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum."
Ógreitt nær kanningin er liðug
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði 15. apríl, at hann mátti kanna málið nærri. Men nú, ein mánaða seinni, er framvegis onki hent í málinum.
Heðin Mortensen sigur í dag, at tey eru ikki komin á mál við kanningini, men at tað verður hvørja løtu. Heðin Mortensen vil ikki siga, nær arbeiðið verður liðugt.
Eisini løgmaður ætlaði at kanna embætisførsluna hjá Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðum. Men heldur ikki Løgmansskrivstovan er liðug við nakra kanning.
Nær kanningin er liðug er ógreitt, og Løgmansskrivstovan hevur sagt, at løgmaður ikki úttalar seg um málið, fyrr enn kanningin er liðug.