- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fund í dag um tilboðið uttan pengar og heimild

Stýrið í Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni fer í dag at viðgera tilboðið frá landsstýrinum um eina royndarverkætlan. Bú- og heimatænastan hevur ikki skrivað undir royndarverkætlanina enn.
Og tilboðið varð givið uttan at pengar vóru til tað í ár. Men pengar skuldu fylgja við. Teir vóru tó ikki til tá. Og eru ikki til enn.
Uppskotið um eykajáttan til royndarverkætlanina er millum tey nógvu, sum ikki blivu avgreidd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí fyri einari viku síðani.
Eykajáttanin er 3,5 milliónir krónur. Uppskotið er í Fíggjarnevndini. Næsta ár kostar verkætlanin 4,5 milliónir krónur. Teir pengarnir skuldu í fíggjarlógina fyri 2020.
Eingin lógarheimild
Almannamálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni. Bú- og heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið.
Endamálið við lógaruppskotinum er at beina burtur dupultfunktiónir á markamótinum millum Almannaverkið og kommunala samstarvið.
Kommunala samstarvið fer eisini at taka á seg uppgávur, sum nú eru hjá landinum, men sum eru tættari kjarnuøkinum og førleikanum hjá kommunala samstarvinum.
Talan er um fólk, 18 ár ella eldri, tó ikki eldri enn 67 ár, sum hava varandi sjúku, sum kann setast í samband við aldur.