Leitaðu eftir báti

Leitaðu eftir báti
Leiting varð í gjárkvøldið sett í verk eftir einum báti úr Vági, sum ikki varð komin aftur av útróðri, sum ætlað
Leitað varð í gjárkvøldið eftir einum báti, ið ikki kom aftur av útróðri, sum ætlað. Myndin hevur tó ikki samband við ítøkiliga málið
Mynd: Savnsmynd  
 
09.05.2019 - 18:21

Leitingin vardi í góðan hálvan tíma og endaði í øllum góðum. Tað var stutt fyri klokkan 7 í gjárkvøldið, at familja hjá manninum boðaði MRCC frá um støðuna.

MRCC gav tyrluni boð um at standa tilbúgvin og sóverjuskipið, Tjaldrið, setti kós móti leiðini, har báturin kundi vera. Aðrir bátar høvdu sæð ein bát, sum kundi verða báturin, sum leitað varð eftir.

Gjøgnum VHF'in fekk havnameistarin í Vági samband við bátin, og nakað seinni sigldi báturin inn á Vág aftur í øllum góðum, sigur vaktleiðarin á MRCC, Eli Lyngvej.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109