- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingsskrivstovufólk kunnu samstarva við flokk

Tað var í síðsta mánað, at Kringvarp Føroya umrøddi málið um orkupolitikkin hjá Javnaðarflokkinum, sum varð bygdur á eina frágreiðing, sum starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi hevur gjørt.
- Pengarnir, sum verður latnir sum ískoytisstuðul - tað vil siga skrivstovupengarir - skulu skiljast burtur frá floksstuðlinum, skrivar Claus Brask, kunningarfólk hjá Fólkatingsskrivstovuni við Kringvarp Føroya.
Lagt verður afturat, at har kunnu vera økið, har skrivstovupengar og floksstuðul blandast saman, men í slíkum førum eigur fólkatingslimurin at gera leiðreglur fyri og at skilgreina mannagongdir, sum tryggja, at pengarnir verða skildir hvør frá øðrum.
Kortini er einki í vegin fyri, at skrivstovufólk hjá Sjúrður Skaale samstarva við Javnaðarflokkin í Føroyum.
- Í fólkatingsvirkseminum hendir í fleiri førum, at fólkatingslimir og teirra starvsfólk hava samband við og samstarva við flokkin, sum fólkatingslimurin umboðar, skrivar Fólkatingsskrivstovan, sum leggur afturat, at starvsfólk hjá fólkatingslimum gjarna mugu luttaka í politiskum arbeiði fyri ein flokk uttanfyri arbeiðstíð.