- Atfinningarnar hjá Eyðgunn gera ilt verri

- Atfinningarnar hjá Eyðgunn gera ilt verri
Útlitini fyri at samtykkja vælferðaruppskotið eru bara versnað, nú Eyðgunn Samuelsen hevur hartað andstøðuna fyri ikki at hjálpa teimum veikastu.
 
28.04.2019 - 12:47

Tað er fallið formanninum í Miðflokkinum fyri bróstið, at landsstýriskvinnan í almannamálum í gjár gav andsstøðuni skylduna fyri, at vælferðaruppskotið møguliga dettur niðurfyri áðrenn valið.

 - Eg harmist og ógvist yvir, at hon tók hatta trekkið í gjár, sigur Jenis av Rana.

Landsstýriskvinnan skeyt við skørpum

Málið snýr seg um vælferðaruppskotið, sum í løtuni liggur í trivnaðarnevndini til viðgerðar. Men hóast meiriluti tykist vera fyri tí mesta í uppskotinum, so er ikki vist, at tað verður samtykt.

Samgongan hevur mist avgerandi atkvøðuna hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni, og harvið meirilutan.

Samstundis hava andsstøðuleiðararnir boðað frá, at teir ikki ætla at hjálpa samgonguni  at samtykkja nakað uppskot.

Teir heita ístaðin á løgmann um at skriva út nýval.

Útmeldingin hjá andsstøðuni fekk í gjár landsstýriskvinnuna í almannamálum, sum eigur vælferðaruppskotið, at skjóta við skørpum.

 - Eg haldi tað vera undrunarsamt, at man sigur, at teir veikastu borgararnir í samfelagnum kunnu bíða, tá man samstundis sigur, at øll eru samd um hesi málini, segði Eyðgunn Samuelsen við útvarpið í gjár.

Landsstýriskvinnan provokerar

Men úttalilsini hjá landsstýriskvinnuna hava bara gjørt ilt verri, heldur formaðurin í Miðflokkinum,.

 - Hatta var ein provokatión, sum saktans kann gera, at andsstøðuflokkarnir siga, at um tað er soleiðis...Tí politikarar eru sum øll onnur menniskju - teir tola ikki alt, sigur Jenis av Rana.

Hann kennir einki til, at andsstøðan er samd um at atkvøða ímóti vælferðaruppskotinum fyri at arga samgonguna.

Men uppskotið er ikki klárt at samtykkja enn.

Jenis av Rana, sum eisini situr í trivnaðarnevndini, vísir millum annað á, at fleiri feløg, sum umboða tey, sum lógin umfatar, hava sent hoyringssvar til nevndina, har tey ynskja at fáa okkurt broytt í lógaruppskotinum.

 - Tað, sum eg  sakni, er at vit nú kunnu seta okkum niður at tosa um allar tær atfinningarnar, sum feløgini hava havt. Og tosa saman sum nevndarlimir, hvussu vit kunnu gera broytingar, so atfinningarnar verða tiknar til eftirtektar, sigur Jenis av Rana.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151