Løgtingið viðgera eykajáttan til Landssjúkrahúsið

Løgtingið viðgera eykajáttan til Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsinum tørvar næstan 30 milliónir
Meirútreiðslan og handfaringin hjá Heilsumálaráðnum av ovurnýtsluni á sjúkrahúsinum, hevði við sær, at stjórin segði upp fyrr í ár
 
23.04.2019 - 07:22

Løgtingið skal í morgin taka støðu til, um Landssjúkrahúsið skal hava eina eykajáttan á næstan 30 milliónir. 
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum boðaði í februar frá, at játtanin í 2018 ikki rakk til og at játtan sostatt var neyðugt í ár til at halda verandi virksemi. Meirnýtslan og handfaringin hjá Heilsumálaráðnum av málinum gjørdi, at stjórin, Jóanis Erik Køtlum legði frá sær.
Sambært eykajáttanarumbønini, so mangla 14 milliónir í til vanliga raksturin og 15 milliónir til serviðgerðir uttanlands, sum liggur í einari konto fyri seg.

Fyriuttan pengar til raksturin, so fær heilsuverkið eisini eina átalu í viðmerkingunum til eykajáttanina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151