- Tíðindi, mentan og ítróttur
16 søkt nógv umrødda løgfrøðiútbúgving á Setrinum

Ivin, sum er sáddur um nýggju løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, hevur ikki stygt fólk burtur at søkja.
16 umsóknir vóru komnar inn til bachelor-útbúgvingina í løgfrøði, tá umsóknarfreistin til kvotu tvey var farin á midnátt mánadagin.
Tað stendur í yvirlitinum, sum Fróðskaparsetrið hevur sent.
- At 16 kvotu 2 umsóknir eru til løgfrøðilestur vísir á ein stóran áhuga fyri hesi útbúgving, skrivar Fróðskaparsetrið sum viðmerking á heimasíðuni.
Og væntandi vera fleiri enn tey 16, ið ætla sær at lesa løgfrøði eftir summarfrítíðina.
Tí freistin at søkja eftir kvotu 1 er ikki fyrrenn 1. juli.
Kann ikki nýtast í Føroya Røtti
Løgfrøðilesturin hevur annars verið nógv umrøddur í seinastuni.
Orsøkin er, at masterútbúgvingin, sum er, ikki kann nýtast í Føroya Rætti. Orsøkin er danska rættargangslógin, sum sigur, at einans danskt kandidatprógv kann nýtast til at virka sum advokatur ella dómari.
Bæði rektarin á Fróðskaparsetrinum og landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum vænta tó, at rættargangslógin er broytt um fimm ár, tá fyrstu lesandi fáa føroyska kandidat-prógvið í løgfrøði.