- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttan krav eingin skráseting

Tá talan ikki er um eitt krav, men bara um eina heimild, er eingin kommuna farin at skráseta góðkendar leigubústaðir.
Tað er niðurstøðan hjá Leigunevndini, nú átta mánaðir eru farnir, síðani leigulógin varð broytt soleiðis, at kommunur kunnu skráseta góðkendar leigubústaðir.
Leiguevndin sigur, at hon fær kærur um brunatygd og brunaverju. Um, at lógin um tryggar rýmingarleiðir ikki er hildin.
Hesum kann sleppast undan, um kommunur góðkenna og skráseta leigubústaðir.
Og leigulógin varð broytt 1.august í fjør hesum viðvíkjandi.
Men kommunurnar fingu bara heimild til at skráseta. Skrásetingin er ikki eitt krav.
Nú átta mánaðir eru farnir, veit Leigunevndin ikki um nakra kommunu, sum er farin í holt við at skráseta leigubústaðir.
Niðurstøðan hjá Leigunevndini er tí, at lógarheimildin ongan virknað hevur haft.