- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivast ikki í at løgfrøðiútbúgvingin gevur størv

Tað sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna, sum hevar svarað Helga Abrahamsen, tingmanni. Fróðskaparsetrið hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at fara undir eina trý ára bachelorútbúgving í løgfrøði.
Fróðskaparsetrið arbeiðir við, og ætlar eisini at biðja um góðkenning til embætisprógv í lóg, sum skal verða yvirbygningurin í eini siðbundnari fimmára útbúgving í løgfrøði.
>> SÍ EISINI Útbúgvingin kann ikki brúkast
Í sambandi við góðkenningina hevur Mentamálaráðið biðið Fróðskaparsetrið tryggja sær, at nýggja útbúgvingin verður góðkend í Danmark, so fólk kunnu fáa starv sum dómarar, advokatar og ákærar í Føroyum á jøvnum føti við tey, sum hava lisið í Danmark.
Men Fróðskaparsetrið heldur, at hetta longu ber til sum er.
Danskt valdast
Sambært rættargangslógini, sum er galdandi fyri Føroyar, skulu advokatar í Føroya rætti hava danskt prógv.
>> SÍ EISINI Advokatur: - Vit mugu eta stoltleikan
Hetta er tó ein tulkingarspurningur, heldur Fróðskaparsetrið. Danskt og Danmark kann merkja alt ríkið í hesum førinum. Fróðskaparsetrið ásannar tó, sigur Hanna Jensen, at allir myndugleikar eru ikki samdir um hesa tulking.
Tí gerst helst neyðugt, at rættargangslógin verður broytt, so eingin ivi er um, at danska løgmálaráðið kann javnseta føroysku útbúgvingina við tær donsku í mun til rættin at virka sum advokatur og dómari.