- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdur fyri at smugla rúsevni
Dømdur fyri at smugla rúsevni
Ein maður, sum varð tikin, tá hann kom við Norrönu í desember, varð herfyri dømdur

05.03.2019 - 14:23
Føroya rættur hevur dømt ein 21 ára gamlan mann inn at sita í tvey ár og tríggjar mánaðir fyri at smugla rúsevni til Føroya. Fongsulsrevsingin er treytaleys, skrivar TAKS á heimasíðuni.
Maðurin varð tikin í desember í fjør, tá hann kom úr Danmark við Norrönu. Rúsevnahundurin vísti áhuga fyri viðførinum hjá manninum.
Viðførið varð kannað og har vóru 214 gramm av amfetamini og eitt kilo og 285 gramm av hashi. 21 ára gamli maðurin tók við dóminum hjá Føroya rætti, skrivar TAKS.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV