- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kyksilvur í fiski
Granskararnir hava frá 2006 til 2015 greinað stigið av kyksilvri í 8.459 fiskum framvið norsku strondini og norð til Svaldbard.
- Flestu fiskasløgini hava lágt stig av kyksilvri, sigur Michael Bank, sum er ein av granskarunum.
Kortini eru trý fiskasløg, sum skilja seg frá, - brosma, kalvi og blálonga. 3,8 prosent av kalvunum, 20 prosent av brosmunum og 60 prosent av blálongunum høvdu kyksilvurnøgdir, sum liggja omanfyri loyvda markið í ES.
- Tvey fløk av brosmu, kalva ella blálongu liggja omanfyri markið, fyri tað, sum tú kanst eta um vikuna, uttan at fáa álvarsligan heilsuskaða, sigur Bank.
Granskararnir sóu eisini, at munur var á, hvar við norsku strondina royndirnar vórðu tiknar. Minni nøgdir av kysilvri vóru í fiski í norðara parti enn í syðrapart. Eisini sást, at fiskur inni við land hevði størri nøgd av kyksilvri enn tann, sum varð fiskaður úti á havinum.
Granskarar hava fyrr hildið, at orsøkin til landafrøðiliga munin er, at har er minni ídnaður og sostatt minni dálking norðanfyri. Men aðrar frágreiðingar eru eisini. Upplýsingar um kyksilvur í legugrýti vísa, at meira kyksilvur er í grýtinum í norðaraparti enn í syðraparti, sigur Atabak Mahjour Azad, granskari við HI.
Men kortini er tað júst tað øvuta í fiskinum. Har er mest kyksilvur í fiskinum í syðra parti av norsku strondini.
- Ein frágreiðing til hetta kann verða hitin. Evnisbrenningin í fiskinum er hægri í heitari sjógvi, og tá skal fiskurin hava meiri føði til at framleiða somu kropsrúmd, sigur Azad.
Kanna lutfallið
Av tí at meginparturin av kyksilvri í fiski kemur frá mati, sum hann etur, vaksa virðini av umhvørvis-eitri meira, jú meira fiskurin etur. Granskararnir hava eisini mett um allan matin. Teir hava kannað lutfallið millum føðsluevnini Selen og kyksilvur. Selen er tað evnið, sum fleiri granskarar halda kann minka um eiturføri hjá kyksilvri. Altso, at føðsluevnið kann verja móti kyksilvri.
- Fiskasløg við høgum innihaldi av kyksilvurs, høvdu eisini munandi meira selen. Á henda hátt fylgja evnini hvør-øðrum í nógvum fiskasløgum, sigur Atabak Azad, granskari.
Men nøkur undantøk eru.
- Í markreli og sild var lítið kyksilvur, men nógv selen, sigur Azad.
At selen og kyksilvur fylgja hvør-øðrum í flestu fiskasløgum í hesi kanningini, kann vera tekin um, at selen kann verja móti kyksilvri, sigur Azad, men smálutirnir um hetta vita granskararnir tó lítið um enn, skrivar norski havgranskingarstovnurin.