- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menningarkvotur fyri skeyti
Menningarkvotur fyri 2018 kunnu ikki flytast yvir um nýggjárið at fiska í 2019.
Eingin lógarheimild er fyri hesum, staðfestir Fiskimálaráðið í svari til tey feløg, sum ikki megnaðu at fiska sínar menningarkvotur fyri 2018 og tí bóðu um loyvi at flyta kvoturnar til í ár.
Avleiðingin er, at meira enn 48.000 tons av makreli, norðhavssild og svartkjafti verða ikki fiskað, men fella burtur. Talan er um 83 prosent av útlutaðu kvotuni fyri 2018.
Fleiri feløg søktu um at flyta kvoturnar til nýggja árið
Móti ársenda komu fleiri umsóknir inn í Fiskimálaráðið frá feløgum, sum høvdu fingið tillutað menningarkvotur fyri 2018 - men ikki høvdu fiskað hesar kvotur.
Millum tey, sum søktu um at flyta 2018-kvotu til 2019, vóru feløgini, sum í fjørsummar fingu tillutað størstu menningarkvoturnar.
Eitt nú søkir P/F Kinnfelli, sum hevur keypt uppsjóvarskipið Katrin Jóhanna at fiska menningarkvotu til Snarfrost í Miðvági, um loyvi at flyta 1.700 tons av makreli, 1.200 tons av sild og 8.000 tons av
svartkjafti frá 2018 til 2019.
Í skrivunum til Fiskimálaráðið sæst, at felagið fekk ikki fíggingina at keypa uppsjóvarskipið úr Norra uppá pláss, fyrr enn felagið hevði fingið endaligu tilsøgnina um menningarkvotu. Tí kom alt í drag, og felagið klárar ikki at fiska sínar kvotur.
Eisini Vestmanna Fiskavirki brennur inni við síni menningarkvotu. Í brævi til Fiskimálaráðið 28. desember skrivar felagið, at tey høvdu ikki møguleika at fiska tey 12.970 tonsini av svartkjafti, sum felagið fekk útlutað sum menningarkvotu fyri 2018. Eingin grundgeving er fyri, hví Vestmanna Fiskavirki ikki megnar at fiska hesa kvotu - sum felagið biður um at fáa flutta til 2019.
Serliga svartkjafturin verður ikki fiskaður
Líknandi umsóknir um at flyta menningarkvotu fyri 2018 koma frá øðrum feløgum.
Serliga er tað svartkjafturin, sum ikki verður fiskaður.
Tilsamans er talan um 48.218 tons av svartkjafti, útlutað sum menningarkvota fyri 2018, sum IKKI verður fiskað. Tað er stórt sæð øll menningarkvotan av svartkjafti.
Men eisini makrelur og norðhavssild leypur av. Tilsamans 3641 tons av makreli, útlutað sum menningarkvota fyri 2018, verður ikki fiskað. Tað eru 42 prosent av útlutaðu kvotuni.
Og tilsamans 3015 tons av norðhavssild, útlutað sum menningarkvota fyri 2018, verður ikki fiskað. Tað eru 40 prosent av útlutaðu kvotuni.
Eingin sleppur at flyta kvotu
Men svarið úr Fiskimálaráðum til hesar umsøkjarar, sum brenna inni við menningarkvotu fyri 2018, er noktandi. Eingin fær loyvi at flyta 2018-kvotu til 2019, tí lógarheimild er ikki fyri tí.
Niðurstøðan í Fiskimálaráðnum er, at tað ikki er heimild í verandi lóggávu at flyta menningarkvotu millum ár, tí menningarkvota er hvørki eginkvota ella felagskvota sambært § 39, stk. 4 í sjófeingislógini.
Tí fella 48.218 tons av menningarkvotuni fyri 2018 - 83 prosent av útlutaðu kvotuni, aftur til Fiskimálaráðið