Høgni er NM-meistari í Taekwondo

Høgni er NM-meistari í Taekwondo
14 ára gamli Høgni Kunoy Dávason er norðurlendskur meistari í taekwondo
Savnsmynd.
 
19.01.2019 - 17:06

14 ára gamli Høgni Kunoy Dávason er norðurlendskur meistari í taekwondo.Bragdið framdi hann í stórari kapping í Íslandi fyrr í dag. 

Vit komu at kenna Høgna Kunoy Dávason í sendingini, Drongurin við svarta beltinum, sum tú kanst síggja her.

Høgni hevur lívshættisligu sjúkuna cystiska fibrose, sum er kronisk sjúka, sum serliga rakar lunguni.

Men tað er eitt heilt serligt seiggj í Høgna. Hóast sín unga aldur stovnaði Høgni sítt egna taekwondofelag.

Høgni hevur verið ofta undir skurði, men hann venur dagliga hart fyri at halda lungakapasitetin uppi. 

Í 2017 varð hann kosin ársins gerandishetja.

Nú er Høgni blivin NM-meistari í taekwondo í aldursbólkinum 15-17 ár, vektklassa minus-59 kg.

Samrøða við Høgna verður at hoyra í tíðindunum klokkan 18 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948