Illveður tarnar bjargingararbeiðnum

Illveður tarnar bjargingararbeiðnum
Norska sjóverjan er fyribils givin at pumpa olju úr fregattini, Helge Ingstad, tí nógvur vindur verður í økinum í dag
Mynd: Norska verjan  
 
28.11.2018 - 10:58

Norska fregattin stoytti tíðliga í novembermánaði saman við eitt tangaskip í Hjeltefjørðinum í útnyrðing úr Bergen. Fregattin fekk skjótt slavsíðu, - og manningin avgjørdi tí at sigla tað upp á land. Øll manningin varð bjargað.

Sambært Kystverket liggur fregattin still á djypri vatni, og nakað av stýrhúsinum kemur undan.

Taka skipið upp

Ætlanir eru at taka skipið upp aftur, og partur av tí arbeiðnum er fyrst at tøma tað fyri olju.

Higartil eru 150-túsund litrar av diesel pumpaðir úr skipinum, og 33-túsund litrar av olju, sum eru blandaðir í sjógvi, eru eisini tiknir upp av sjónum. 

Arbeiðið at tryggja skipið gongur sína gongd, men stórar avbjóðingar eru, tí talan er um tungt tilfar, og trupult er at sleppa framat skipinum frá landi av.

- Fleiri óvissir faktorar eru, sum kunnu ávirka tíðarætlanna, - millum annað veðrið, stabiliteturin hjá skipinum og vandin fyri dálking. Illveðrið í dag, sum rakar økið í útnyrðing úr Bergen, kann gera, at fregattin flytir seg við súðinum á djypri vatn, tí sterkar kreftir eru í sving, sum kunnu ávirka støðuna, sigur norska verjan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825