- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki bíligari at bróta niður
Gamla kommunuskrivstovan í Vestmanna verður ikki tikin niður, og nýtt hús bygt í staðin.
Tað kostar ikki minni. Ætlanin er at umvæla gamla bygningin fyri 16.000 kr. fermeturin.
Endamálið hjá Bústøðum er at hava húsaleiguna so lága sum gjørligt.
Eitt annað endamál er at varðveita søgulig hús.
Bústaðir bíða eftir einum tilboði upp á at gera sjey íbúðir í gomlu kommunuskrivstovuni í Vestmanna.
Bústaðir hevði fingið eitt byggifelag at gera arbeiðið, men felagið gavst eftir nakrar mánaðir.
Biðið um tvey tilboð
Bústaðir bóðu so um tilboð frá tveimum feløgum.
Annað tilboðið er komið, men tað kostaði ov nógv, so Bústaðir tóku ikki av, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Bústøðum.
Kostar seinna tilboðið, sum kemur fyrsta dagin, ov nógv eisini, fara Bústaðir heldur at bíða við arbeiðinum.
Av tí at niðasta hæddin í kommunuskrivstovuni var eitt sindur ov lág, var farið 80 sentrimetrar niður, og tað elvdi til trupulleikar, men teir ber til at loysa, sigur Bogi Jacobsen.
Og hetta ger ikki, at rivið verður niður og nýtt bygt í staðin fyri, tí tað kostar tað sama.
Bústaðir keyptu gomlu kommunuskrivstovuna í Vestmanna fyri 16 kr., tí hon er á Bakkavegi 16.