Fiskidagarnir halda fram næsta ár

bannari
Fiskidagarnir halda fram næsta ár
Løgtingið fer í dag at viðgera tvey uppskot um kvotur og fiskidagar
 
13.11.2018 - 07:21

Løgtingið fer í dag at viðgera tvey uppskot um fiskidagar og kvotur.

Samstundis er greitt, at fiskidagaskipanin heldur fram næsta ár.

Tað boðaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá í gjár.

Ein arbeiðsbólkur undir Fiskimálaráðnum hevur í longri tíð arbeitt við at gera umsitingarætlan fyri fiskiskapin undir Føroyum. 

Og sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi skuldi farast til kvotur á nýggjárinum.

Men arbeiðið hevur drigið út, og tíðin røkkur ikki at gera broytingar nú.

Tí heldur fiskidagaskipanin fram eitt ár aftrat, sigur Høgni Hoydal.

17 undirskriftir

Tað er framvegis ógreitt, nær uppskotið um at leingja fiskidagaskipanina verður lagt fyri tingið, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur, at hann er sannførdur um, at hann fær neyðugu 17 undirskriftirnar fyri at leggja tað fram.

Og samgongan tekur undir við uppskotinum, sigur hann.

Annað uppskotið, sum fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag, er frá teimum fýra andstøðuflokkunum, sum skjóta upp at taka kvotuskipanina av og at varðveita fiskidagaskipanina.

Fiskidagar skulu ásetast fyri trý ár í senn.

Hitt uppskotið er frá tingkvinnunum hjá Framsókn um at útseta kvotuskipanina til 1. januar í 2020.

Hanna Jensen og Ruth Vang tóku hetta uppskotið aftur, men Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum boðaði beinan vegin frá, at hann legði tað framaftur.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835