Minni vinnuøki enn ætlað í Glyvradali

Minni vinnuøki enn ætlað í Glyvradali
Búnaðarstovan mótmælti, at byggisamtyktin í Glyvradali verður broytt ov nógv
Glyvrar.
 
02.11.2018 - 07:15

Runavíkar býráð hevur lurtað eftir Búnaðarstovuni, sum mótmælti, at eitt stórt øki í Glyvradali verður broytt frá landbúnaðarøki til vinnuøki.

Vinnuøkið verður 52.000 fermetrar í staðin fyri 100.000 fermetrar.

Býráðið samtykti mikukvøldið at taka undir við einum tilmæli frá Teknisku deild hjá kommununi.

Upprunin til málið er, at Bakkafrost ætlar at útbyggja smoltstøðina Yviri á Dal í Glyvradali.

Eitt mótmæli

Bakkafrost hevur tí heitt á Runavíkar kommunu um at broyta byggisamtyktina og gera eitt størri vinnuøki í Glyvradali.

Uppskotið um at broyta byggisamtyktina lá frammi til alment eftirlit.

Eitt mótmæli kom. Tað er frá Búnaðarstovuni, sum mótmælir, at eitt so stórt øki verður broytt frá landbúnaðarøki til vinnuøki.

Býráðið samtykti, at vinnuøkið í Glyvradal verður 52.000 fermetrar og ikki 100.000 fermetrar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168