Arbeiðarar í tveimum feløgum fara saman í eitt

Arbeiðarar í tveimum feløgum fara saman í eitt
Arbeiðarafeløgini í Eysturkommunu fyrireika samanlegging, men verða ikki tó niðurløgd Eystrrkommunu
Tavan í Leirvík er millum stóru arbeiðsplássini í Eysturkommunu.
 
01.11.2018 - 12:41

Ætlanin er at leggja arbeiðarafeløgini í Gøtu og Leirvík saman í eitt felag fyri Eysturkommunu.

Fyrsta stigið var tikið í gjár, tá feløgini høvdu felags eykaaðalfund.

Næsta stigið er, at bæði feløgini hava limafund fyri at fáa meiriluta fyri samanleggingini.

Síðani verður felagsfundur til at leggja saman feløgini í eitt felag.

Formenninir í báðum feløgum siga, at limirnir vilja leggja feløgini saman. 

Í feløgunum báðum eru knappliga 400 limir.

Feløgini verða ikki tikin av, men løgd saman í eitt felag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168