Bjóða nú grundstykkið á Skarðshjalla út

Bjóða nú grundstykkið á Skarðshjalla út
Tórshavnar kommuna fer nú at bjóða út til hægstbjóðandi stykkið á Skarðshjalla, sum biogassverkið skal byggjast á.
Mynd: Tórshavnar kommuna / www.torshavn.fo  
 
26.10.2018 - 10:42

Tórshavnar kommuna noyðist at bjóða út alment stykkið, sum kommunan annars ætlaði at selja biogassverkinum, sum partafelagið Salmon Protein ætlar at byggja á Skarðshjalla.

12.000 fermetrar verða seldir fyri minstaprísin 675 krónur fyri fermeturin.  

Reglan er, at øll kommunal ogn størri enn 300 fermetrar skal bjóðast út, skal hon seljast. 

Men Tórshavnar kommuna ætlaði í hesum førinum at fáa undantak frá hesari regluni.

Men tað vildi Innlendismálaráðið, sum umsitur kommunumál í landsstýrinum, ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168