Bridgelandsliðið við í altjóða kapping

Bridgelandsliðið við í altjóða kapping
Landsliðið í bridge fer í dag at spæla fyrstu dystirnar í kappingini millum smáar bridgetjóðir í Evropa.
Bridgelandsliðið: Magni Jøkladal, liðskipari, Árni M. Dam, Bogi Simonsen, Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen og P. O. Sundelin, venjari.
Mynd: Bridgesambandið  
 
25.10.2018 - 11:30

Hetta eru tjóðir, sum hava fáment bridgesambond við fáum spælarum.

Tilsamans eru 18 lond við í kappingini, sum verður í Budapest í dag til leygardagin.

Á føroyska liðnum eru Símun Lassaberg, Árni M. Dam, Bogi Simonsen og Arne Mikkelsen.

Magni Jøkladal er liðskipari, og Per Olof Sundelin er venjari.

Føroyar hava fyrr verið í EM og NM, men ikki í hesari kappingini, sum ikki er so sterk sum hinar báðar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948