Eingin bilførari skrivaður

Eingin bilførari skrivaður
Bilar vórðu steðgaðir ymsa staðni í Streymoynni, men eingin bilførari varð skrivaður
Ikki er lógligt at brúka hendurnar til at tosa í fartelefon, meðan tær skulu brúkast til at koya bil.
 
21.10.2018 - 12:05

Fólk, sum koyra bil, brúka ikki hendurnar til fartelefonina. Ikki, meðan politiið sær í hvussu so er.

Politiið gjørdi í gjár kanningar á vegunum ymsa staðni í Streymoynni. Serligur dentur varð lagdur á fartelefonir og trygdarbelti.

Nógvir bilar vórðu steðgaðir, men eingin bilførari varð skrivaður.

Annars var vikuskiftið vanligt, nógv full fólk vóru, bæði í Havn og í Klaksvík.

Húsaófriður varð eisini fráboðaður. Fyri at fáa frið, varð maðurin tikin og fluttur í kliva í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981