Bíða eftir tilmælinum frá Vørn

Bíða eftir tilmælinum frá Vørn
Fútin bíðar eftir einum tilmæli frá Vørn um trolaran Næraberg og útblaking.
 
17.10.2018 - 13:05

Fútin bíðar eftir einum tilmæli frá Vørn um Næraberg og útblaking.

Tí er enn ógreitt, um skiparin á Nærabergi verður ákærdur fyri brot á lógina um sjófeingi ella ikki.

Hava ikki frætt aftur frá Vørn

Fútin og Vørn høvdu fund um málið tann 28. august. Tá varð avgjørt, at Vørn skuldi gera eitt tilmæli, tí málið er ikki so einfalt, og loysnin kann ávirka onnur mál.

Linda Hesselberg, varafúti, sigur, at tey hava ikki frætt aftur frá Vørn enn. 

Varð tikin fyri at blaka svartkjaft fyri borð

Skiparin á Nærabergi varð skuldsettur hálvan juli, tí Næraberg skal hava blakað svartkjaft fyri borð. Eygleiðari hjá Vørn var við Nærabergi í juli. 

Tá Næraberg kom á Fuglafjørð leygarkvøldið 14.juli, stóðu politiið og Vørn fyri skipinum. Tað gjørdu tey, tí eygleiðarin boðaði frá útblaking.

Les eisini: Næraberg tikin fyri at blaka fisk útaftur

Vørn mælti til í samráði við ákæruvaldið, at veitast skuldi trygd fyri einari millión og 550.000 krónur, áðrenn skipið slapp at loysa aftur.

Tað gjørdi reiðaríið, P/f Næraberg, so Næraberg bleiv leysur aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151