Starvsfólk svikað fyri 111 milliónir í Danmark

Starvsfólk svikað fyri 111 milliónir í Danmark
Ein 64 ára gomul kvinna í Danmark er undir illgruna fyri at hava svikað fyri 111 milliónir krónur.
Mai Mercado, almannaráðharri, og Jens Strunge Bonde, aðalstjóri, á tíðindafundi fyrr í dag.
Mynd: TV 2  
 
09.10.2018 - 15:18

Stovnurin fyri almannamál í Danmark hevur meldað eitt starvsfólk, sum hevur misnýtt sína støðu sum álitisfólk og hevur framt fíggjarundandrátt fyri 111 milliónir krónur, til løgregluna.

Starvsfólkið hevur snýtt stovnin fyri almannamál, Socialstyrelsen tey kalla, árini 2002 til og við 2018.

Mai Mercado, sum er almannamálaráðharri í Danmark, sigur seg vera skelkaða av støðuni. 

Danska Bakmanspolitiið hevur eftirlýst starvsfólkið umvegis Interpol - talan er um eina altjóða eftirlýsing, tí kvinnan ikki er í Danmark.

Danski ríkisadvokaturin sigur við Danmarks Radio, at tey eru komin langt í kanningararbeiðinum og hava eina greiða mynd av, hvat ítøkiliga er hent og nær.

Tí er næsti leikur at handtaka kvinnuna, sum altso er undir illgruna fyri í 16 ár at hava flutt 111 milliónir krónur á sína egnu privatu konto.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109