Kringvarpsstjórin verður settur um tríggjar vikur

Kringvarpsstjórin verður settur um tríggjar vikur
Fýra fólk manna setanarbólkin
 
08.10.2018 - 10:54

Nú byrjar tilgongdin at seta starvið sum stjóri í Kringvarpinum.

Umsóknarfreistin fór 21. september.

Fýra fólk manna setanarbólkurin. 

Í honum sita formaðurin og næstformaðurin í kringvarpsstýrinum, starvsfólkaumboðið í stýrinum og eitt umboð fyri leiðslubólkin í kringvarpinum.

Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsstýrinum, sigur, at gongst sum ætlað verður starvið sett um tríggjar vikur ella so. 

20 fólk hava søkt starvið sum kringvarpsstjóri, 16 menn og fýra kvinnur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050