Varðhaldsfongslaður í 13 dagar

Varðhaldsfongslaður í 13 dagar
Ein útlendingur, sum er komin til Føroya í arbeiðsørindum, varð í gjár varðhaldsfongslaður í 13 dagar  í samband við eitt harðskapsmál
 
30.09.2018 - 12:23

Ein útlendingur, sum er komin til Føroya í arbeiðsørindum, varð í gjár varðhaldsfongslaður í 13 dagar  í samband við eitt harðskapsmál síðsta vikuskifti. Tað skrivar in.fo.

Tveir mans komu til ilnar uttan fyri eitt skeinkistað í Havn, og endin var, at eini maðurin varð sligin so illa, at nøsin brotnaði. 

Fyrradagin fekk løgreglan so fatur á brotsmanninum - ein útlendingur, sum ikki hevði onnur tilnýti til Føroya enn tað, at hann var komin higar í arbeiðsørindum. 

Sambært in.fo varð maðurin settur í varðhald alt fyri eitt, soleiðis at hann ikki skuldi rýma av aftur landinum, áðrenn løgreglan hevði kannað málið.

Løgreglan kann tó ikki hava fólk í varðhaldi longri enn 24 tímar uttan at leggja málið fyri ein dómara. Tí var maðurin førdur fyri rættin til eina grundlógaravhoyring fyrrapartin í gjár. 

Dómarin dømdi varðhaldsfongsling í 13 dagar, soleiðis at løgreglan kann kanna málið nærri, og rættarmál kann verða ført móti manninum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095