- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ovasti í loynitænastuni hjá russiska herinum

Tað er niðurstøðan hjá einum bólki av grankingarjournalistum í eini grein, sum er almannakunngørt á Bellingcat-heimasíðuni.
Eiturálop varð framt móti Sergei Skripal, og dóttir hansara, í bretska býnum Salisbury í vár.
Í nýggjari fráboða frá bretsku loynitænastuni, eitur maðurin Ruslan Boshirov, men Bellingcat-bólkurin sigur, at rætta navn hansara er Anatoly Chepiqa.
Hann hevur fingið stóra viðurkenning fyri arbeiði sítt í fregnartænastuni hjá russiska herinum, og eitt nú hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, havt Anatoly Chepiqa á orði.
Putin hevur sjálvur sagt, at báðir mennnir, sum eru undir illgruna fyri eiturálopið móti Skripal, eru vanligir borgarar, og at teir vóru í Salisbury sum ferðafólk.
