TK: Ein milliard í inntøku

TK: Ein milliard í inntøku
Næsta ár rennur ein heil milliard krónur í kommunukassan í høvuðsstaðnum, vísir fíggjarætlanaruppskotið fyri 2019
Tórshavnar kommuna væntar 5,1 prosent í inntøkuvøkstri og 4,9 prosent í útreiðsluvøkstri næsta ár
Mynd: savnsmynd  
 
25.09.2018 - 11:04

Tórshavnar kommuna væntar at fáa 999 milliónir krónur í inntøkum næsta ár.

Fíggjarætlanin verður løgd fram í ovurmorgin, og har væntar kommunan, at inntøkuvøksturin verður 5,1 prosent. Men útreiðsluvøksturin er næstan eins stórur, 4,9 prosent.

Kommunan sigur, at vaksandi talið av skattgjaldarunum, kosta eisini í vaksandi tørvi á tænastum og útbyggingum. 

Serliga er stórur vøkstur í talinum á dagstovnaplássum, sigur kommunan, sum roknar við 149 nýggjum dagstovnaplássum næsta ár. Ávísar raðfestingar verða eisini gjørdar, so sum at veita skúlunum í kommununi betri internet, og at talgilda fyrisiting og tænastur til borgaran.

Tórshavnar kommuna brúkar eisini pengar til at gjalda skuld aftur og sigur, at nú verður kommunan skjótt skuldarfrí.

Íløgur skulu gerast fyri 160 milliónir næsta ár. Nógv tann størsti parturin fer til skúlan á Fløtum, sum skal verða liðugur í 2020 og til Musikkskúlan, sum skal takast í nýtslu næsta summar.

Afturat kommunalu íløgunum ger Tórshavnar havn íløgur fyri 100 mió. kr. í havnaútbyggingina næsta ár. 

Fíggjarætlanaruppskotið verður lagt fram í Tórshavnar býráði hósdagin í hesu vikuni, tá tað fer til politiska viðgerð í føstu nevndunum. 

Fíggjarætlanirnar hjá kommununum skulu vera endaliga samtyktar í seinasta lagi 1. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Andarblak - Gleðiligar páskir
191058
Hósdag 24. apríl
Vinur mín í Vínlandi
191047
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946