Teistin siglir ikki fyribils

Teistin siglir ikki fyribils
Strandfaraskipið Teistin hevur fingið maskinbrek og siglir ikki fyribils.
 
12.09.2018 - 13:54

Klokkan 11.42 í dag fekk Strandferðslan boðini um, at Teistin var uttan framdrift í Skopunarfirði. 

Í eyka tíðindasending klokkan hálvgum tvey greiddi Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, frá, at skipið aftur hevur fingið framdrift. Brimil og LÍV sleipa Teistan á Gomlurætt. 

Enn er ógreitt, júst hvat tað er, sum er galið við Teistanum. Hilmar Eliassen sigur, at Teistin verður kannaður, tá hann er komin á Gomlurætt.

35 ferðafólk vóru umborð á Teistanum, tá Teistin fekk maskinbrek.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151