- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin verður merkt
Grindin verður merkt
Grindin, sum varð funnin fyrr í dag verður ikki hildin til. Grindin skal merkjast.

05.09.2018 - 15:27
Grindin, sum var funnin norður úr Barðinum fyrr í dag liggur í løtuni uttan fyri Bø.
Men grindin verður ikki hildin til. Grindin skal merkjast, sigur Jacob Vetergaard, sýslumaður. Fólk av Náttúrugripasavninum eru á veg til Bíggjar at merkja grindina.
Talan er um lítla grind, um 20 hval.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV