Húsagarður verður ikki varðveittur

Húsagarður verður ikki varðveittur
Tórshavnar kommuna hevur nú tikið støðu til málið um Húsagarð, og Smyril Line hevur fingið loyvi til at byggja hotell við Oknarvegin í Havn
 
01.09.2018 - 19:16

Smyril line kann nú, eins og Atlantsflog og Lív fara undir at byggja hotell í Havn. 

Byggi- og býarskipanarnevnd landsins hevur nú góðtikið broytingina í byggisamtyktini, sum skuldi til fyri at Smyril Line kann fara undir arbeiðið, og byggiloyvið er latið, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. 

Samstundis hevur kommunan eisini tikið støðu um, hvat skal gerast við Húsagarð, sum stendur á stykkinum.

Húsagarður verður ikki varðveittur

Tjóðsavnið gjørdi eina fornfrøðisliga kanning, eftir at friðingarsak varð reist í málinum um Húsagarð, og kom til ta niðurstøðu, at garðurin ikki hevur nóg nógv listarligt ella søguligt virði er eftir til at garðurin eigur at friðast. Og hetta tilmæli fer Tórshavnar kommuna at fylgja, vísur Annika Olsen á. "Málið er viðgjørt í mentanarnevndini hjá býráðnum, og hon hevur tikið ta støðu, at kommunan ikki fer at varðveita garðin", sigur hon. 

Í niðurstøðuni hjá Tjóðsavninum stendur, at broytingar fleiri ferðir eru gjørdar í húsunum, og tí er ov lítið eftir av upprunahúsinum eftir, til at tey eru verd at varðveita. Longu í samband við flytingina av húsunum av húsabrúgv, eru nakrar broytingar framdar av húsunum, millum annað er útbygdi duruin ikki gjørdur aftur, gólvbrettini eru ikki løgd á sama stað, og nýggj trappa er gjørd eitt annað stað enn tann upprunaliga. 

Í 1980´unum eru umfatandi umvælingar framdar, millum annað er takið broytt, ein nýggjur kvistur bygdur, stórur partur av høvuðskonstruktiónini í stovuhæddini er skiftur, og gólv og øll vindeygu og hurðar eru skift. Út frá hesum metir Tjóðsavnið ikki, at bygningurin er av slíkum serligum slagi, at síggjast kann burtur  frá, hvussu lítið er eftir av uppruna konstruktiónunum, og hvussu lítið serstakar hesar eru í mun til aðrar bygningar, sum longu eru friðaðar. 

Skráseting av lutum

Í niðurstøðuni hjá TJóðsavninum stendur eisini, at savnið skilir sjónarmið um, at varðveiting kann vera relevant út frá øðrum metingum, eitt nú grundleggjandi, at tala er um Húsagarð, sum kann førast aftur til Landnámstíð, og hevur havt stóran týdning í søguni hjá Havnini, hóast bygningurin er væl yngri. Tí kundi ein varðveiting, eitt nú í skapi av flyting til annað stað, vera relevant, skrivar Tjóðsavnið. Og hetta hevur Føroya forngripafealg eisini víst á.

Annika Olsen sigur, at kommunan hevur sett seg í samband við fyrrverandi eigaran av garðinum, og fer nú saman við honum at skráseta teir lutir, sum kunnu hava søguligt virði fyri søguna hjá Havnini. Hvørt talan kann gerast um at varðveita lutir ella um tlan bert verður um skrivliga skráseting, veit Annika Olsen ikki at siga. Men skrásetingarnar verða gjørdar skjótt, so eigararnar av grundstykkinum kunnu fara í gongd við at byggja hotell, sigur borgarstjórin.

Atlit til rættartrygdina

Annika Olsen vísur eisini á, at eitt sum hevur vigað tungt í málsviðgerðini er rættartrygdin hjá nýggja eigaranum av grundstykkinum. "Kommunan skal hava sera góðar grundgevingar fyri at fara at friða Húsagarð nú aftaná at grundstykki er selt, og byggisamtyktin er broytt eftir góðkenninga av landsins mynduleikum", sigur Annika Olsen. 

Tvey nýggj hotell

Smyril Line hevur boðað frá, at miðja var ímóti at byrja graviarbeiðið mitt í august, og at nýggja gistingarhúsið við 126 kømrum skal verða liðugt 1. mai 2020. 

 Smyril LIne hevur gjørt avtalu við Articon um at standa fyri øllum arbeiðnum.

Í gjár segði útvarpið frá, at mánadagin verður spakin settur í til nýggja gistingarhúsið, sum Atlantsflog og eftirlønarfelagið LÍV skulu byggja í Havn.

Húsavarðatænastan skal byggja gistingarhúsið, sum kemur at hava 130 kømur og skal eftir ætla eisini standa liðugt í apríl/mai mánað í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168